Chr. í Grótinum andaði 3.505 tons av svartkjafti í Egersund
Føroysk skip eru farin at landa svartkjaft uttanlands.
Norges Sildesalgslag skrivar, at Christian i Grótinum hevur landað størstu svartkjaftalastina í Noregi í ár.
Hann landaði 3.505 tons í Egersund.
Tvey onnur føroysk skip høvdu tilsamans 5.000 tons.
Svartkjafturin er fískaður í føroyskum sjógvi.
Aftur í ár sleppa føroysk skip at landa svartkjaft uttanlands.
Loyvið fer tó úr gildi aftur longu 15. mai, fríggjadagin.
Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo

