Tíðindi

Sangur og nótar í goymsluni hjá Føroya Fiskimannafelag

Í samband við flyting komu starvsfólk á Føroya Fiskimannafelag fram á hesa yrking eftir Andreu Árting

Í samband við, at vit fluttu tað mesta av okkara gomlu skjølum suður í skjalagoymsluna á Tvøroyri, komu vit fram á hesa yrking eftir Andreu Árting. Andrea gjørdist forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag í 1937 og røkti hetta starv heilt til 1977.

Andrea hevur í tíð síni í arbeiðararørsluni yrkt nakrar vakrar arbeiðara- og tjóðsangir, so tí var tað ikki lítið forkunnugt at koma fram á hesa yrkingina. Okkum vitandi, so hevur hesin sangur ikki verið sungin áður, og tí kundi tað verið áhugavert, at fingið hann sungnan til eitthvørt høvi – nótar fylgja við.

Vit vita tíverri ikki nær Andrea hevur sent Føroya Fiskimannafelag hesa heilsanina, men undir yrkingini hevur hon skrivað. “Í teirri sannroynd, at fiskimannastætturin er grundstuðulin undir øllum lívið í Føroyum, (framburð og virkið) ogni eg hesi orð og lag okkara fiskimannastætt”.

Til Fiskimannin 

1

Ei bert fyri teg og tíni,  

ei bert fyri meg og míni, 

men fyri alt Føroya land 

so tíðliga tú fórt út at stríða, 

á Norðuratlantshavinum víða 

2

Um mikið tú veiðir og førir,  

tað minst tína egnu ogn nørir,  

tú nívist í nøtandi band.  

Tó lívið tú setur í váða, ov lítið vit munnu tær gáa 

2

Besta rætt tú átti at liva,  

títt lív uttan ekka og iva 

for armóðins svíðandi brand,  

tá eiga øll av hjarta, 

innast tær unna væl,  og altíð minnast: 

3

Ei bert fyri seg og síni, 

Ei bert fyri meg og míni, 

men fyri alt Føroya land.