FAS-skipanin eggjar til bíliga útlendska arbeiðsmegi
FAS-skipanin eggjar til, at føroyskir - ella íslendskir - sjómenn verða skiftir út við bíliga útlendska arbeiðsmegi.
Tað heldur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, nú íslendska Sjómannafelagið er í verkfalli til tess at forða fyri, at bílig útlendsk arbeiðsmegi verður sett á teimum skipunum.
Tey trý skipini, sum eru rakt og løgd av verkfallinum, eru Brúarfoss, Dettifoss og Selfoss. Og tey eru øll skrásett í føroysku altjóða skipaskránni, ella FAS.
Lógin um FAS er frá 1992.
Í upprunaligu lógini vóru føroysk fakfeløg beinleiðis útilokað frá at gera lønarsáttmála fyri sjómenn, sum ikki búgva í Føroyum. Og sjálvt um lógin er broytt seinni, so loyvir hon framvegis, at útlendskir sáttmálar verða brúktir.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: Fiskimannafelagið: FAS-skipanin eggjar til bíliga útlendska arbeiðsmegi | Kringvarp Føroya
Jógvan Jákupsson hevur gjørt samrøðuna við Jan Højgaard, sum hoyrist á kvf.fo

