Tíðindi

VIDEO: Frystilíniskipið Nónhamar verður nú gjørt klárt til at søkkja

Tað skal millum annað nýtast til ferðavinnu

Helena, frystilíniskipið, sum varð bygd á Skála skipasmiðju í 1964, og sum í Klaksvík er best kent undir navninum Nónhamar, skal ikki flóta omaná nógvar mánaðir afturat.

HYGG AT INNSLAGNUM HER Kava niður á Nónhamar | Kringvarp Føroya (kvf.fo)

Í summar skal tað søkkjast á Borðoyarvík og nýtast sum atdráttarmegi á havsins botni at kava niður á.

Í 2016 varð eitt annað skip, Reynsmúli, søktur á Borðoyarvík, og har hevur verið nógv kavað niður á - bæði av teimum á kavaraskúlanum, froskmannafeløgum og útlendingum.

Tað eru nakrir pensjónistar og onnur, ið nú rigga skipið til tann seinasta túrin.

Tað skrivar Frants Jensen á kvf.fo