Vil finna út av, hvat førdi til, at suðuroyingar í 1934 slitu frá Føroya Fiskimannafelag
Síðan Tvøroyrar Skjalasavn varð stovnað í 2018, hevur savnið verið í støðugari menning. Savnið, sum er partur av Tvøroyrar kommunu, fær hvørja viku tilfar, sum Kári Jespersen, savnsleiðari, og Jens Pauli Nolsøe, savnsvørður, arbeiða við at skráseta. Tað skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðu síni.
Tilfarð er ikki bert søgur úr Tvøroyri. Millum annað er alt tilfarið frá Føroya Fiskimannafelag á goymslu hjá savninum. Í løtuni eru tveir ungir lesandi, ið hjálpa til við at skilja tilfar, áðrenn tað verður skrásett.
Kári og Jens Pauli læra av teimum ungu
Tróndur Jákupsson Højgaard og Jógvan Ólavsson, ið lesa søgu á Setrinum, eru í starvslæru á Tvøroyrar Skjalasavni. Tróndur granskar, hví bert føroyingar sigldu fisk til Bretlands undir krígnum, meðan Jógvan arbeiðir við at finna út av, hvat førdi til, at suðuroyingar í 1934 slitu frá Føroya Fiskimannafelag og stovnaðu Suðuroyar Fiskimannafelag.
Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsø eru glaðir fyri at fáa nýtt fólk á savnið. Hetta er sætti sáttmálin, ið savnið hevur við Setrið.
– Hesi ungu hugsa annarleiðis enn vit og eru kringari á teldunum. Tað er stuttligt at kunna læra frá sær, men sanniliga eisini sjálvur at kunna læra. Teir ungu geva íblástur og eru katalysatorar fyri menning á savninum, siga teir báðir
Fólkalívsfrøðingur vil læra um gerandislívið
Danski antropologurin, Jeanette Lykkegård, frá universitetinum í Århus, starvast á Skjalasavninum í løtuni. Hon arbeiðir við verkætlanini Nordatlantiske hverdagshistorier og savnar søgur úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi.
Jeanette gleðir seg til at læra meira um lívið í Føroyum, serliga í Suðuroynni. Hon ynskir at hitta fólk, ið vilja fortelja um teirra lívssøgur og kanska bjóða henni at síggja teirra familjugoymslur av skjølum og myndum. Jeanette vónar eisini at sleppa at vera við í gerandisdegnum hjá fólki í Suðuroynni.
Greinina hevur Rói Joensen skrivað á Nógv lív á skjalasavninum á Tvøroyri - FM1 - Myndin er eisini frá FM1.fo