Sjómaður lat lív umborð á Glyvursnesi

Ein annar maður illa skaddur

 

Ein arbeiðsvanlukka hendi umborð á farmaskipinum Glyvursnesi hjá Smyril Line í gjárkvøldið, tá skipið lá við bryggu í Hirtsals.

Løgreglan fekk fráboðan um eina spreinging og eld klokkan 22:00 í gjárkvøldið, danska tíð.

Spreingingin í maskinrúminum kravdi eitt mannalív. Ein annar persónur kom tá eisini illa til skaða - vóru boðin beint eftir. Donsku bløðini siga frá, at sjómennirnir eru 30 og 40 ára gamlir.

Eitt tíðindaskriv kom frá Smyril Line um miðnáttarleiti í gjárkvøldið, um hendingina

Eldurin umborð á Glyvursnesi er sløktur eftir spreingingina fyrr í kvøld. Tríggir av manningini vóru í maskinrúminum, tá spreingingin hendi, og hóast lívbjargandi viðgerð andaðist ein teirra. Avvarðandi hava fingið boð.

Hinir báðir eru á sjúkrahúsi undir viðgerð fyri brunasár og roykeitran.

Manningin er flutt av skipinum og fær kreppuhjálp. Eisini avvarðandi fáa tilboð um kreppuhjálp. 

Hetta er ein syrgiligur dagur hjá øllum okkum í Smyril Line og okkara tankar eru hjá teimum avvarðandi. 

Tað skrivaði Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line.

TV2 hevði eitt stutt innslag stutt eftir hendingina í gjárkvøldið. En død og en svært tilskadekommen i arbejdsulykke på skib - TV 2

Ekstrablaðið skrivaði soleiðis Nordjylland: Mand død i brand på fragtskib – Ekstra Bladet