Tað kann vera, at Høgaberg fyrst fer til fiskiskap
Yvirtaka Høgaberg um tvær vikur.
Tær seinastu smájusteringarnar verða nú gjørdar, og so er klárt at taka móti nýggja Høgaberg.
Tað sigur Anfinn Olsen, reiðari í Framherja, sum letur skipið byggja.
Nýggjasta uppsjóvarskipið í flotanum liggur í løtuni á Karstensens skipasmiðjuni í Skaagen, har tað júst hevur verið tekniskan royndartúr.
Tað gekk so mikið væl, at reiðarin metir, at tað ganga í mesta lagi tvær vikur, til skipið er klárt at yvirtaka.
Kostar 339 milliónir
Óvist er tó nær skipið kemur til Føroyar, tí tað kann vera, at tað fyrst fer til fiskiskap.
- Vit hava báðar møguleikar opnar, sigur Anfinn Olsen.
Skipið kostar umleið 330 milliónir krónur.
Nýggi Høgaberg er serliga gjørdur til at fiska makrel, sild og svartkjaft.
Tað skrivar Frans Jensen á kvf.fo