Norska Sjómansmissiónin 145 ár

Í 1897 læt DISM fyrsta sjómansheim (fiskerheim) upp, og mong komu aftaná

 

12. januar 2025, var Norska Sjómansmissiónin (Den indre Sjømannsmisjon, DISM) 145 ár. Søgan er í stuttum, at í 1879 tosaðu nakrir kristnir menn saman umborð á bátinum Anna Onarheim, um tørvin á evangelisering og vælferðartænastu millum teir mongu norsku sjómennirnar.

Stýrið fyri Heimamissiónina í Bergen tók málið upp, og 12. januar 1880 var samtykt at stovna Den indre Sjømannsmisjon. Hon skuldi hava egið stýri, starvsfólk og sjálv fíggja arbeiðið.

Nógv sjómansheim
Í 1897 læt DISM fyrsta sjómansheim (fiskerheim) upp, og mong komu aftaná. Endamálið var, í orði og verki, at sýna kristiliga- og menniskjaliga umsorgan fyri sjófólkið og øðrum.

Í 1980 vóru 28 sjómansheim ymsastaðni í Norra, tó mest í Norðurnorra.

Í 1905 var Ísland tikið við í arbeiðið hjá DISM, sum eitt arbeiðsøki. Í sildatíðini vóru nógv norsk skip við Ísland, og tí var sjómansheim bæði á Siglufirði og á Seyðisfirði í 1950-60-unum. Frá 1954 til 2014 átti DISM Sjómanskirkju í Oslo, sum lá á oynni Bygdøy. Eisini hevði  DISM sjómansheim í Lerwick í Hetlandi í 1970-unum.

LES EISINI  Sjómanskvinnuringurin 60 ár

Staðbundin arbeiði
Tað vóru mong, sum bakkaðu upp um arbeiðið og við árunum fekk DISM egin staðbundin arbeiði, sum handaliga, andaliga og fíggjarliga bóru arbeiðið. Landið var deilt upp í økir, sum høvdu trúboðarar knýttar at sær. Í 1970 vóru umleið 2000 staðbundin arbeiði.

Tænastan fylgdi útróðrarmonnunum
Ímyndin av arbeiðinum hjá DISM hevur, síðani 1903, verið Eliesar-skipini. Tey hava siglt aftur og fram við norsku strondini, og steðga har nógvur útróður var, tí har vóru nógvir sjómenn. Umborð savnast útróðrarmenn til kristilig møtir og menniskjaliga umsorgan. Missiónsvinir um landið hava eisini tiltøk umborð, tá skipið vitjar.  

Eliesar 1 byrjaði arbeiðið í 1903 og nú hevur DISM Eliesar 6, sum byrjaði sum missiónsskip í 1992. (Myndin)

Arbeiðið í dag
Tíverri er arbeiðið nógv minkað síðstu mongu árini, og tað hevur verið sera trupult fíggjarliga. Nú DISM er 145 ár eigur missiónin Eliesar 6, leguøkið Sørheim, sjómansheimini á Røst og í Straumsund. Tey kallast Havly. 35 staðbundin arbeiði (sjómanskvinnuringar) eru eisini knýtt at missiónini.

Eliesar 6 siglir sum missiónsskip og í seks havnabýum arbeiðir Seaman’s Mission við sjómansstovum, hvørs arbeiði serliga er vent móti ferðamannaskipum. Umframt tey sjálvbodnu, starvast 9 fólk út um landið, tey flestu niðursetta tíð og trý á høvuðsskrivstovuni í Bergen. Adressan er: Skuteviksbodene 10,5035 Bergen.

DISM gevur blaðið ‘Trygg Havn’ út. Heimasíðan eitur: www.dism.no
Facebook: Den indre Sjømannsmisjon
Slagorðið er: “Havets folk – Herrens folk”.

Føroyska Sjómansmissiónin ynskir Den indre Sjømannsmisjon til lukku og Guds signing!

LES EISINI  Nýggj bók um sjómanskvinnuringarnar 

Torleif Johannesen
sjómanstrúboðari