Skipari og manning ynskir henni alt tað besta frameftir

Í hesum mánanum fer Rannvá á Vinnuháskúla

2 ára skeiðið hjá Rannvá Tausen er nú runni

2 ára skeiðið hjá Rannvá Tausen er nú runni

Rannvá hevur starvast umborð á Brimli, sum ófulltikin dekkari í tvey ár. Nú í hesum mánanum fer Rannvá á Vinnuháskúlan at lesa víðari til skipara.

Skipari og manning ynskir henni alt tað besta frameftir. Og sum minni um tíðina umborð á Brimli, vekk hon eitt ur frá manningini. 

Sum ófulltikin dekkari hjá VØRN, fært tú møguleika at læra um sjóvinnu og arbeiðið umborð á skipi.  Tú fært royndir við at ganga vakt, taka lut í vanligum skipsarbeiði, og tú kanst brúka hesa tíðina til víðari útbúgving sum navigatørur.

Sum ófulltikin dekkari hjá VØRN, telur starvstíðin sum starvstíð við handilsskipum.

Á myndini: Rannvá Tausen , ófulltikin dekkari  og Eliesar Jakobsen , yvirstýrimaður

Myndina hevur Gunleif L. Poulsen tikið