Tíðindi

Veðrið

Veðrið næstu 5 dagarnar – dag fyri dag:

Høgættin er komin aftur og hevur ligið síðan fríggjadagin. Kuldin og kavin er komin aftur, og hetta er veðrið alla vikuna.

Tað skrivar veðurfrøðingurin, Hanus Kjølbro, á heimasíðuni nordlysid.fo

Eitt lágtrýst við Noregsstrendur sendir kalda luft niðurímóti okkum. Luftin kemur til okkara allan vegin av Norðpólinum. Har er kalt. Øgiliga kalt. Á vegnum hendanvegin ornar hon eitt sindur og er um frostmarkið – eitt sindur undir frostmarkinum um náttina; eitt sindur yvir frostmarkinum um dagin.

Alla tíðina kavaæl úr einum smáskýggjaðum lofti, og ættin næstan alla tíðina norðan, og vindferðin eisini nokkso jøvn allan vikuna, úr 8 til 15 m/s.   

Veðrið næstu 5 dagarnar – dag fyri dag:

Mánadag: Um náttina er frískur vindur til hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, smáskýggjað og kavaæl. Fyrrapartin fer vindurin at minkar eitt sindur. Á middegi eru 8 til 13 m/s og um kvøldið 50 til 10 m/s. Allan dagin smáskýggjað og kavaæl. Hitin úr 2 kuldastigum upp í 2 hitastig.

Týsdag: Vindurin veksur eitt vet um náttina, upp í 8 til 13 m/s. Ættin norðan. Út á dagin eitt sindur meiri vindur, 10 til 15 m/s. Allan dagin smáskýggjað og kavaæl. Hitin aftur 2 stig báðumegin frostmarkið.  

Mikudag: Aftur norðan allan dagin, og vindferðin fer at liggja um 10 til 15 m/s. Skýloftið aftur smáskýggjað, og kavaæl. Eisini sama hitalag 2 stig báðumegin frostmarkið.    

Hósdagin: Norðurættin heldur fram hósnáttina og eitt sindur frameftir. Vindferðin fer at liggja um 8 til 13 m/s, til komið er til middags. Tá fer at vindurin at minka, men áðrenn vit koma so langt, er skýloftið skiftandi ella smáskýggjað saman við kavaælingi. Seinnapartin minkar vindurin spakuliga, meðan ættin gongur niður í útnyrðing, seinni vestan. Á midnátt eru 3 til 8 m/s vestaneftir, við smáskýggjaðum lofti og ongum avfalli. Hitalagið enn tað saman sum dagarnar áðrenn, úr minus 2 stigum til pluss 2 stig.

Fríggjadagin: 8 til 13 m/s vestaneftir við smáskýggjaðum lofti og kavaælingi. Um kvøldið fer hann at mala úr ymsum ættum og minkar vindin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Eitt lítið vet heitari fríggjadagin, úr frostmarkinum og upp í 4 stig.