Tíðindi

Myndarøð: Nú er grunnurin stovanður

"Grunnurin Ólavur VN 138"

Sum vit longur 7.oktober 2023 skrivaðu, so var longu tá ætlanin at seta á stovn "Grunnin Ólavur VN 138". 

Tá skrivaðu vit, at tað vóru Barður á Steig Nielsen og fleiri sum tá høvdu tikið stig til at seta ein grunn á stovn.

Barður á Steig Nielsen skuldi vera formaður í grunninum. 

Mikukvøldið í hesi vikuni var so stovnandi fundur í Miðnám í Vestmanna. Greitt var frá ætlanini og nevndin skuldi veljast.

Í nevndina komu:  Hans Jóhann Sørensen fyri Kvívíkar kommunu, Bárður Nielsen og Pauli Zachariassen,  Sámal Jákup Olsen og Bjørg á Rógvu fyri Vestmanna Kommunu

Vit skrivaðu 7.okt. 2023 at ætlanin er at fáa Ólav, sum stendur á landið, aftur á flot.

Síðan skal Ólavur sleipast til Nólsoyar, har hann skal setast í uppruna stand. Mett verður at tað arbeiðið tekur um hálvtannað ár, siga fyrireikararnir.

Vestmanna kommunu hevur á fundi í 2023 einmælt samtykt at stuðla við kr. 150.000 kr.

Her er greinin og ein stór myndarøð frá okt. 2023 MYNDARRØÐ: Ein áhugabólkur hevur keypt gamla postbátin (fiskimannafelag.fo)

 

  •