Tíðindi

Januar er góður útróðrarmánaður

Toskafiskiskapurin sigur ikki hvussu støðan er hjá toskastovninum

Januar mánaður er vanliga góður mánaður til útróður. Tí sigur nógvi toskurin, sum útróðrarbátar fáa í løtuni, ikki neyðturviliga nakað um, hvussu støðan er hjá toskastovninum.

Tað sigur Petur Steingrund, fiskifrøðngur og deildarleiðari á Havstovuni.

Toskurin á landgrunninum ferðast ikki so víða, so tað er týdningarmikið, at veiðitrýstið ikki er ov stórt, sigur Petur Steingrund, sum vísir aftur, toskurin skal fiskast, áðrenn hann flytur seg.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: Januar er góður útróðrarmánaður | Kringvarp Føroya (kvf.fo)

Tað skrivar Marjun Dalsgaard á kvf.fo