Tíðindi

Akraberg kom sunnudagin á Fuglafjørð

Teir hava 465 tons

Verksmiðjutrolarin Akraberg hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Skipari hendan túrin var Thorfinn Johannesen.

Veiðan sum er 465 tons av rundfrystum, verður landað í Fuglafirði, og síðani verður farið í jólafríð.

Tað veit fiskur.fo at siga.