Tíðindi

Lesandi vitjaðu Brimil

Ein partur av undirvísingini hjá skiparum á Vinnuháskúlanum er veðurfrøði. Eitt evnið, ið fyllir nógv í veðurfrøðini - serliga tá ein hugsar um sigla millum oyggjarnar - er streymur. Í hesum sambandi leitaðu lesandi sær umborð á Brimil, til tess at fáa undirvísing um rákið kring Føroyar.

Fyrst fingu tey lesandi eina rundsýning, og greitt var frá uppgávunum hjá Brimli.

Eftir hetta fóru vit í eitt uppihaldsúm har Elias Zachariassen, skipari, tók eitt kort yvir Føroyar fram á skíggjan. Síðani greiddi hann um rákið kring Føroyar, og hvar íður taka seg upp.

Alt í alt ein sera áhugaverd og lærurík vitjan.

Vinnuháskúlin takkar Brimli fyri vitjanina