Tíðindi

Kumpasin sum fann vegin heim aftur

Hóast kumpasin, á myndini, hevði verið við tveimum svínoyarbátum, ið gingu burtur, hevði hon hóast tað, funnið leiðina aftur til barnaheimið hjá prestinum Hera Joensen í Svínoy.

Um fyrru hendingina sigur J. Símun Hansen rithøvundur í  Havið og vit 2. partur(leystliga endurgivið):

Tað var í fyrstu viku í desember í 1861, gott veður, kavi og frost, at eitt útróðrarskín við eini kumpas rak upp á land á Toftum í Norðoyggjum. Sum vera man fingu menn illgruna um, at okkurt óvanligt mundi vera hent, tí fóru teir til Svínoyar at hoyra, hvat um nakar bátur var farin hagani. Jú, so var, fyri nøkrum døgum síðani vóru seks mans farnir av Eiðinum inn  um fjørð til handils og teir vóru ikki afturkomnir enn. Kumpassin, sum teir høvdu funnið inni á Toftum, var tann sama, sum svíningar høvdu hjá sær tann morgunin, teir fóru inn um Fjørð. Báturin kom ongantíð aftur. Heldur ikki fanst nakar annar reki, so gátan var verandi óloyst. Gitt var, at teir kanska høvdu róð ov nær Sundabergi, at skalvur kundi havt lopið niður í bátin, men har er eisini herviligur meldurstreymur.

Seinnu ferðina, tá kumpassin er við tá ein bátur gongur burtur, er Fyrst í desember í 1937. Tá hendir syrgilig vanlukka við Havsbøll í Svínoy. Tríggir svínoyingar vóru komnir úr Havn norður í sund við Pride og vildu hava Pride at sigla seg út undir oynna. Bát høvdu teir lænt sær í Sundi og ein mann at rógva bátin umborð aftur. Pride fór so út undir Kleyvina við teimum. Líkindini vóru vánalig: ruskveður, myrkt og vestfall, men teir vóru meinkunnugir. Komnir út fyri Kleyvina, fóru svíningarnir, ein av manningini á Pride og sundamaðurin í bátin, og róðu teir inn móti landi. Myrkt var sum sagt, og skjótt mistu teir bátin úr eygsjón, sóu heldur nki til lummalyktina, sum teir høvdu í bátinum. Eina góða løtu seinni síggja teir á Pride eina lykt blinka langt norðan fyri Kleyvuna, norðuri við Havsbøll, teir venda og leggja upp á síðuna á bátinum, sum ongantíð var komin inn móti Kleyvini, men var rikin norður við vestfallinum. sundamaðurin kom upp á Pride, men hinir fýra vóru verandi í bátinum, meðan Pride skudi sleipa teir suður um aftur Havsbøl. Bátin hngdu teir afturút og línan var so long, at teir sóu ikki bátin í myrkrinum. Taið Pride var komin suður fyri aftur Kleyvina, var ongin bátur á línuni. Leitað varð, men onki sást aftur til bát ella menn.

Báturin rak seinni á land í Æðuvík, botnurin var farin úr honum.

Kumpassin hjá Hera Joensen presti var eisini funnin á Æðuvík tað ferðina.

Heri Joensen Prestur sigur tí, at kumpassin er helst frá 18. øld, hon er gjørd í Keypmannahavn og roknað verður við, at hylkið, sum er tilevnað úr træ, er gjørt úti í Svínoy. Hylkið er so háttað, at væl ber til at bera kumpassina undir belti, men tað hevur valla verið gjørt, tá Kumpassin er komin aftur í Hús okkara í Svínoy uttan at menninir eru afturkomnir. Tað var ommubeiggi mín Rasmus Heinesen, sum var 30 ára gamalur tá og stýrimaður, ið helst hevði havt kumpassina við sær til skips í sama trækassanum. Hann sum í 1861 hevði kumpassina við sær var oldurabbi pápa mín Heini Hansen. Heina navnið hevur verið at kalla á øðrum hvørjum bónda her líka síðani Heina Havreka, endar Heri Joensen prestur prátið við Norðlýsið.

Hendan søgan bleiv fortald í samband við avdúkingina av minnisvarðanum í Svínoy, har greiddi Heri Joensen prestur frá kumpassini, ið hann hevði við til hátíðarhaldið.

Tað var Oliver Joensen, sum skrivaði søguna í norðlýsinum í 2019 og eigur myndin.