Tíðindi

Felagið Heimafriður um jólini

Undanfarin ár hevur tað ført við sær, at fólk hava ikki fingið heimafrið á jólum.

Felagið Heimafriður heitir á kommunur og reiðarí um at skipa so fyri, at jólafriður verður á jólum.

Myndin er tilvildarliga vald.

Við hesum heitir Heimafriður á kommunurnar um at tryggja borgarum, sum búgva nær havnunum, jólafrið.

Tað kemur framvegis ov ofta fyri, at tað er ov nógvur gangur frá skipum í ávísum havnum um jólahøgtíðina. Undanfarin ár hevur tað ført við sær, at fólk hava ikki fingið heimafrið á jólum.

Felagið heitir tí staðiliga á kommunurnar, sum varða av havnunum, um saman við reiðaríunum at finna loysnir, ið tryggja fólki, jólafrið um høgtíðina.

Vegna felagið Heimafrið

Trina Elttør Eysturoy, forkvinna

Tlf.: 271807