Tíðindi

Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin,

Ein lágtrýst, 986 hPa, vestan fyri Írland gongur eystureftir og grynnist. Eitt trog higani stingur seg norðureftir vestan fyri Føroyar.

Eitt veikt og lýtt luftrák er yvir Føroyar í dag sunnaneftir.

Fyrrapartin í morgin kemur eitt brúgvalag yvir Føroyar norðaneftir.

Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt.

Í kvøld veksandi til lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Í nátt okkurt ælið, serliga norðanfyri.

Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður við regni og ella vátakava. Hitin 3 til 8 stig.