Tíðindi

Veðrið

Í dag og til og við mikudagin

Leygardagur:
Frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s. Skýggjað og æl við vátakava ella kava. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.
 

Sunnudagur:
Frískur vindur upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s, sum líður á kvøldið lækkar vindurin niður í landsynning og minkar niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn, í støðum vátakavi ella kavi. Hitin millum 3 og 7 stig.
 

Mánadagur:
Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum frá líður gongur upp í eystan og minkar eitt sindur. Um náttina eitt lítið lot av ymsum ættum. Samdrigið og regn um mestsum alt landið, men í støðum bert ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig.
 

Týsdagur:
Frískt lot upp í frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Seinnapartin og um kvøldið eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, út á seinnapartin og kvøldið regn. Hitin millum 3 og 7 stig.
 

Mikudagur:
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og onkur æl, sum í støðum kunnu vera við vátakava. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.