Tíðindi

Fransaskonnartin Polo

Grønlandsfiskiskapurin, ið tók seg upp miðskeiðis í 1920-árunum, hevði eitt nú við sær, at føroyingar fóru at fáa sær størri fiskifør enn vanligu sluppirnar

Grønlandsfiskiskapurin, ið tók seg upp miðskeiðis í 1920-árunum, hevði eitt nú við sær, at føroyingar fóru at fáa sær størri fiskifør enn vanligu sluppirnar.

19. november 1929 keypti Kjølbro í Klaksvík trímastraðu skonnartina Immaculee Conseption úr Saint Malo í Fraklandi og nevndi hana Polo. Hon var smíðað í 1921 í Binic í Fraklandi, 208 tons, og fekk, eftir at vera komin til Føroya, 120 hesta tuxham motor.

Símun Poulsen, Símun hjá Póli, úr Svínoy var skipari á Polo øll árini, hon var til fiskiskap,1930-51. Bestimaður hansara, Edvard Jacobsen úr Svínoy, var flaggskipari, tá ið teir vóru í Grønlandi. Edvard hevði fiskiskiparaprógv og longdina, sum var krav, skuldi mynstrast sum skipari til Grønlands.

Ognarviðurskiftini tóku at broytast. Í 1931 keyptu Símun Poulsen og Jógvan Zachariasen, amtslækni, hvør sín fjórðing í skipinum, og í 1935 seldi Jógvan Zachariasen Símuni Poulsen sín part. 1. desember 1951 keypti pf. J.F. Kjølbro Símun Poulsen út, so at felagið átti Polo einsamalt.

Eftir hetta varð Polo umbygd til farmaskip og fór at sigla við byggitilfari til Klaksvíkar Timburhandil úr Danmark, Svøríki og Noregi. Úr Føroyum flutti Polo mest fiskaúrdráttir, eitt nú sildatunnur. Jógvan Páll Fjalsbak førdi skonnartina nógv ár í farmasigling.

Í 1967 varð Polo seld havnarmonnum. Okkurt hendi við umstýringini sama summarið, tí Polo fór við ferð inn á Eystaru vág í Havn og tók í botn. Jens Chr. Svabo setti enda á hana, og meðan Polo bakkaði við skrúvuni, eydnaðist at toga hana av aftur. Farmasiglingini kom kortini ikki so nógv burturúr, tí longu 12. oktober 1968 varð Polo søkt millum Stong og Eystnes. Hon varð strikað úr skipaskránni 22. september 1970.

Greinin stóð í Dimmalætting 14. juni 2022 

Óli Olsen er rithøvundur.