Tíðindi

Arbeiðsmarknaður: Jórun takkar fyri seg

Fleiri røður vórðu hildnar og øll lýstu Jórun sum ein fakligan vita

Fráfaringarløta fyri Jórun Niclasen

Fríggjadagin varð skipað fyri fráfaringarløtu í samband við at Jórun Niclasen, aftaná gott 24 ár í starvi, takkar fyri seg.

Jórun hevur verið ímyndin av Námsfrøðiligu ráðgevingini í Klaksvíkar kommunu líka síðan hon byrjaði.

Fleiri røður vórðu hildnar og øll lýstu Jórun sum ein fakligan vita, sum hevur bygt hetta økið upp til at vera ein týðandi part av námsfrøðiliga arbeiðinum í kommununi.

Borgarstjórin, Karl Johansen, segði m.a. soleiðis:

- Við tínum dugnasemi hevur tú vegleitt og ráðgivið 100 tals familjum í býnum. Harumframt hevur tú undirvíst og stuðlað leiðarum, námsfrøðingum og hjálparfólkum í teirra dagliga arbeiði.

- Tú hevur veruliga virkað fyri tí, sum tú veitst er best, børnum at frama. Stóra takk fyri tað.

Klaksvíkar kommuna ynskir Jórun blíðan byr og takkar fyri trúfasta og dygdargóða avrikið øll hesi árini