Tíðindi

Arbeiðasmarknaður: Jógvan og Kári 25 ára starvsdagar

Kári N. Vilhelmsen var tann fyrsti húsavørðurin, sum var settur í starv beinleiðis í kommununi.

Seinnapartin í gjár var lítið hátíðarhald í posthúskjallaranum, har Kári Vilhelmsen og Jógvan Dam hátíðarhildu 25 ára starvsdagar.

Í stuttari røðu nevndi borgarstjórin, at Kári N. Vilhelmsen var tann fyrsti húsavørðurin, sum var settur í starv beinleiðis í kommununi.

- Tá var varð tað kallað “húsavarðartoymið” á deildini hjá húsaumsitingini. Nú kalla vit stovnin “Bygningsrakstur” og hann er á Bygningsdeildini.

- Tú ert húsasmiður og kom úr starvi hjá Guttesen & Staksberg til Tórshavnar kommunu. Tú ert kendur fyri at arbeiða nógv, fyri ikki at siga altíð. Og tá húsavarðaruppgávurnar eru eru lidnar fyri dagin, so tekur tú tær eisini av kommunalu vesunum.

- Tú byrjaði her niðri í miðbýnum, men kom skjótt at arbeiða á dagstovnaøkinum. Fleiri býlingshús vóru bygd um aldarskiftið, og tú hevur arbeitt bæði á Norðasta horni, Undir fjalli og á Ternuryggi.

- Húsavørðarnir á dagstovnaøkinum hava sítt egna snikkaraverkstað í kjallaranum í Badmintonhøllini og har hevur tú eisini havt fleiri góðar starvsfelagaðar.

- Ingi fortaldi, at danskir seljarar leggja stundum leiðina framvið verkstaðnum. Serliga ein var afturvendandi, hesin var ein fryntligur lítil maður, men eitt hevði hann framum aðrar - og tað var búkurin. Fyri at siga sum er, var hann trillrundur.

Einaferð hann kom inn á gólvið, spurdi hann teg:

“Lægger du mærke til noget ved mig?”

“Nej måske” svaraði tú.

“Jo kan du ikke se det?” sigur danin.

“Jo måske!” sigur tú so og spyr: “Har du tabt dig?”.

“Nej, det har jeg ikke, men jeg har fået briller”.

- Hesum hava teir mangan flent at.

- Góði Kári – hjartaliga tillukku við starvsdegnum og stóra takk fyri títt trúfesti, og takk fyri títt stóra íkast til hetta stóra maskinaríið, sum Tórshavnar kommuna er, segði borgarsjtórin, áðrenn hann handaði blómur og gávur.

---

Um Jógvan Dam nevndi Heðin Mortensen, at áðrenn Jógvan kom at arbeiða hjá Tórshavnar kommunu, arbeiddi hann sum sjálvstøðugur húsasmiður.

- Sum tann hóvligi kollfirðingur tú ert, komst tú at arbeiða nógv saman við Hans Dam. Hóast tit báðir eita Dam til eftirnavn, kundu tit valla verið meira ymiskir av lyndi. Tann vøsutu Hans, sum prátar og prátar og er í gongd við 15 uppgávur í senn, og so tú, sum arbeiðir stútt og smílist róliga.

- Tað gekk vist ein tíð, áðrenn ordiligt glið kom á samstarvið tykkara millum. Hans fortaldi, at hann einaferð segði við teg, at um tú hevði verið kovboyari í “det vilde vesten” so hevði tú verið lættur at skotið, tí tú stendur so stillur, tá tú arbeiðir.

- Men tit báðir komu á lagið og eftir nógv ár eru tit vorðnir heimskendir her í umhvørvinum í miðbýnum, sum allarbestu starvsfelagar.

- Tað var sagt um teg Jógvan, at tú altíð hevur dámt best handverkarauppgávur, men kortini, so hevði tú serliga fyrr eisini butlara-uppgávur, sum skulu avgreiðast á Ráðhúsinum.

- Ein dagin hevði Johild sent teg at heinta eina stóra flotta lagkøku frá Frans. Á lagkøkuni stóð talið “40” tí onkur hevði fjøruti ára starvsdag á  ráðhúsinum. Hvussu var og ikki, tá Johild tók lokið av og setti á borðið í Ingálvsstovu, tá var kakan kroyst og talið var sá út sum eitt “90”.

- Viðkomandi sum hevði starvsdag, sissaðist tó tá ein løta var farin, men tá var lítið um kollfirðingin.

- Eg kann at enda nevna, at tað einasta keðiliga við tílíkum fólkum sum tykkum báðum er, at tílík fólk eru so heilt óluksáliga torfør at erstatta.

- Fólk við tílíkum innliti og slíkum royndum hanga altso ikki á trøunum, og tí fegnast vit um hvønn dag, tit halda fram at virka fyri kommununa.

- Góði Jógvan. Eg fari somuleiðis at takka tær hjartaliga fyri títt stóra íkast og tína drúgvu tænastu fyri kommununa, segði borgarstjórin at enda, áðrenn hann handaði blómur og gávur.

Jógvan og Kári 25 ára starvsdagar - Tórshavnar kommuna (torshavn.fo)