Tíðindi

VIDEO: Stjórin á Vørn greiðir frá bjargingini

Georg L. Petersen hevur gjørt samrøðu við stjóran á Vørn, Óla Hans Olsen:

Tá tyrlan hevði bunkrað, setti hon beinan vegin kós útaftur til Kamb at bjarga manninum, sum var eftir umborð. Hann var ikki í yvirlivilsdrakt, tí stundir vóru ikki at lata seg í, áðrenn Kambur fekk slagsíðu.

Hann var bjargaður í øllum góðum, og stutt eftir sakk Kambur. 

Tveir av manningini  eru ikki komnir afturíaftur, og leitað verður eftir teimum við bjargingartyrluni, Challenger-flogfari hjá donsku verjuni og skipum. Brimil samskipar leitingina. 

Illveður er á leiðini. Vindferðin er 13-18 m/s og stór alda.

Sí videobrot við samrøðu, sum Georg L. Petersen hevur gjørt við stjóran á Vørn, Óla Hans Olsen: VIDEO: Stjórin á Vørn greiðir frá bjargingini | Kringvarp Føroya (kvf.fo)