Tíðindi

Við yvirtøkuni av Glyvursnesi, eigur Smyril Line øll skipini í felagnum

Hana nú keypt farmaskipið "Seagaard"

Í gjár yvirtók Smyril Line Glyvursnes á Fayard skipasmiðjuni í Munkebo. Smyril Line hevur keypt farmaskipið frá finska reiðarínum Bore Ltd.

Glyvursnes er nú skrásett í FAS og verður liggjandi á skipasmiðjuni til 30. desembur, tá kósin verður sett móti Føroyum.

Skiparar á Glyvurnesi eru Óli Hammer úr Havn og Eljón Poulsen ættaður úr Ljósá, búsitandi í Kaldbak.

Við yvirtøkuni av Glyvursnesi, eigur Smyril Line øll skipini í felagnum.