Tíðindi

Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

Eitt lítið lágtrýst, 981 hPa, beint sunnan fyri Ísland gongur eystureftir og dýpist. Tað fer fram við Føroyum beint norðanfyri seinnapartin. Brúgvaløg higani fara framvið seint fyrrapartin.

Eftir tað fer køld og óstøðug luft at streyma ímóti Føroyum vestaneftir við ælaveðri við regni, men sum frá líður eisini við kavaavfalli.

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Fyrrapartin veksandi vindur upp í frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s, samdrigið og regn.

Fram ímóti middegi støkkur hann upp í vestan. Seinnapartin veksandi upp í hvassan vind ella skrið vestan, 15 til 20 m/s, smáskýggjað og ælaveður.

Í kvøld minkandi vindur niður í eitt lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og ælaveður við regni ella kava.

Í nátt eitt lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og ælaveður við regni ella kava.

Fyrrapartin í morgin veksandi upp í frískan vind upp í ein strúk vestan, 8 til 13 m/s, smáskýggjað og ælaveður. Hitin upp í 9 stig, men seinnapartin lækkandi niður í 2 til 5 stig.