Tíðindi

Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

Eitt lágtrýst, 974 hPa, vestan fyri Skotland stendur í stað og grynnist. Brúgvalag higani er yvir Føroyum í morgun við regni.

Luftrákið yvir oyggjarnar er eystaneftir við lýggjari luft og ælaveðri.

Frískur vindur upp í ein strúk eystan, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 3 til 8 stig.