Ólavur VN 138

Umbyggingin gongur væl - myndir

Fyrraparin tann 14. apríl 2024 kom Pressarin hjá MEST við postbátinum Ólavi uppá sleip til Nólsoyar. ( sí myndarøð frá tí degnum HER Postbáturin Ólavur komin til Nólsoyar )  

Tað er "Grunnurin fyri Ólavur VN138"  sum eigur Ólavur, sum eisini hevur til endamáls at seta søguliga træskipið "M/S Ólavur" í uppruna stand. 

Í August 2024 kom Ólavur undir tak á bryggjuni í Nólsoy. ( sí myndarøð Ólavur komin undir tak ) 

Í morgun fingu vit atgongd til nakrar myndir, sum eru tiknar í dag. 

MYNDAREIGARI Kári Samuelsen