Ólavur komin undir tak
Um morgunin tann 14. Apríl í á kom postbáturin Ólavur til Nólsoyar.
Tað var Pressarin hjá MEST sum hevði Ólav uppá sleip.
24. Apríl tók ein krani Ólav upp á bryggjuna í Nólsoy. Ætlani var allatíðina at fáa Ólavu undir tak.
Sum myndirnar vísa so er Óavur komin undir tak.
Tað er "Grunnurin fyri Ólavur VN138" sum eigur Ólavur, sum eisini hevur til endamáls at seta søguliga træskipið "M/S Ólavur" í uppruna stand.
Myndirnar eigur Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð