Løgtingslimir kunnu ongantíð verða ógegniðir

Norðlýsið lesir ikki sínar egnu greinar.

Nú var tað Kim Durhuus og Dennis Holm, ( sí grein við heitinum ÚTLUTAR SAMGONGAN SÆR SJÁLVARI KVOTUR?)  men í 2019 var nógv hóassták, í Norðlýsinum, um at Johan Dal var umboðsmaður fyri útlendska- ella føroyska stórfyritøku.

Fyri at fáa greiðu á um tað var í beinleiðis andsøgn við starvið sum løgtingslimur, so spurgdi Norðlýsið Bjørn á Heygum, advokat, um málið hjá Johan Dahl.

Norðlýsið fekk svarið sum teir ynsktu, tí teir høvdu leingi vart Johan Dahl.

Bjørn á heygum svaraði soleiðis: 

Ein tinglimur kann gott hava síni egnu priatu áhugamál, sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum var við til at smíðja stýrisskipanina

Í stýrisskipanini stendur beinleiðis at løgtingslimir einans kunnu ábyrgdast av síni egnu sannføring.

§ 23. Løgtingsmenn eru bert bundnir av sannføring síni og ikki av forskriftum frá veljarum sínum.

Tað er ein beinleiðis rættur hjá tinglimum at hava síni egnu áhugamál, og teir flestu hava eisini síni privatu áhugamál.

Stýrisskipanin er uppbygd soleiðis at løgtingslimir einans fáast við lógarsmíð og hava tí einki við málsviðgerð at gera.

.......so leggur Bjørn á Heygum aftrat

Landstýrismenn eru málsviðgerðar og teir eru undirlagdir lóggávu viðvíkjandi gegni og øðrum fyrisitingarreglum.

Um Jóhan Dahl ella onkur annar tinglimur starvast sum umboðsmaður fyri útlendska- ella føroyska stórfyritøku  er fullkomuliga óviðkomandi fyri starvið sum løgtingslimur, sigur Bjørn á Heygum.

.......sitat enda.

Hví Norðlýsið nú byrjar at "hanga" løgtingslim út , tí hann hava áhugamál í vinnuni, er ringt at vita.

...........ella er tað ikki ringt at vita?

Hvat felagið Nótaskip skrivar, hvat nýggja ella kunngerðir sigur, tað blanda vit á Fiskimannafelagnum okkum ikki uppí.

Vit, á Fiskimannafelagnum, hava bara áhuga í, at flest fiskimenn sleppa til skips, og tilfeldigvís vísir nýggja kunngerðin, at fleiri fiskimenn sleppa til skips, tí fleiri skip fáa ágóðan av kunngerðini.

Um Per, Pól ella Kim eiga skipini, er líkamikið, bara okkara menn sleppa enn fleiri túrar til skips. 

Norðlýsið burdi hugt í sínar gomlu greinar, so var ikki neyðugt at hanga ein løgtingslim út í miðlunum.

Dennis hevur sínar egnu reglur at ganga eftir. Um hann er á rættari leið ella ikki, sum Felagið Nótaskip vísir á, tað eigur Kim Durhuus ikki at lastast fyri.