Útlutar samgongan sær sjálvari kvotur?

 

Tað var bæði undarligt og kom dátt við hjá felagnum Nótaskip, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum brádliga valdi at senda eina kunngerð til hoyringar, har rættindi vóru tikin frá lógligum rættindahavarum at verða útlutað øðrum, og ivamál var, og er framvegis, um tað í heila tikið er heimilað at gera so. Eisini almenningurin og miðlar stúrsaðu við. Nú er orsøkin til kunngerðarbroytingina møguliga komin í ljósmála.

Mangt bendir nevniliga á, at ein, ið stendur til at fáa ágóðan av broytta svartkjaftabýtinum frá Dennisi Holm, samgongupolitikara, er ein annar samgongupolitikari, nevniliga løgtingsmaðurin Kim Durhuus í Javnaðarflokkinum.

Sambært útskrift frá Skrásetingini er Joakim Suni Durhuus stjóri og veruligur eigari av Sp/f 14.05, sum eigur 30% av Gráasteini, sum aftur eigur í Biritu, samgongan hevur í umbúna at útluta svartkjaftakvotu til. Joakim Suni Durhuus og Kim Durhuus eru sami maður.

Mynda av skrásetingarskjalinum er niðanfyri -trýst á myndina