Gadus siglir heim
Teir hava roynt í NAFO økinum, eisini við Svalbard og í Barentshavinum. Seinastu tíðina vóru teir í norskum øki.
Gadus hevur eitt sindur eftir av kvotu, eittnú í NAFO øki og okkurt aftrat, men fyrst skal Gadus til garantieftirlit í Norra.
Teir hava um. 600 tons flak og skráskorðið, uml. 100 tons av mjøli og eitt sløg av lýsi, tað segði skipari, John Fuglø, fyri okkum í grein fyrr í vikuni.
Teir rokna við at koma á Klaksvík mikudagin.
Hava roynt í NAFO økinum, við Svalbard og í Barentshavinum (fiskimannafelag.fo)