Hava roynt í NAFO økinum, við Svalbard og í Barentshavinum
Í samrøðu við skiparan á Gadus, sigur John Fuglø, at teir fara at nærkast endan á hesum túrinum.
Vit fóru av Klaksvík 14. Juli við eru 32 mans.
Skiparin sigur, at teir hava uml. 580 tons av flaki, uml. 100 tons av mjøli og eitt sløg av lýsi.
Hendan túrun hava vit roynt í NAFO økinum, eisini við Svalbard og í Barentshavinum. Í løtuni eru vit í norskum øki.
Fiskurin er góður at síggja til.
Gadus hevur eitt sindur eftir av kvotu, eittnú í NAFO øki og okkurt aftrat, men fyrst skal Gadus til garantieftirlit í Norra.
So fáa vit at síggja nær næsti túrur byrjar, sigur John Fuglø skipari., at enda.