Tíðindi Arkiv

Umhugsa kreppuhjálp til fiskivinnu á sjógvi og landi

Fakfelagsfólk og politikarar umhugsa tørvin fyri møguligari kreppuhjálp til partar av fiskivinnuni á sjógvi og landi.

Føroya Fiskimannafelag staðfestir at støðan er við at gerast hættislig í fiskivinnuni, serliga í pørtum av heimaflotanum umframt virkjum á landi knýtt at hesum skipum og bátum. Umframt munandi lækkaðar fiskaprísir á so at siga øllum marknaðum, tó við einstøkum undantøkum millum fiskasløgini, er ein onnur avbjóðing samstundis íkomin í kjalarvørrinum á koronakreppuni — munandi minkaður avsetningur og ovurfullar frostgoymslur.

Vit eiga hópin av uppsjóvarfiski sum enn ikki er útlutaður. Ein møguleiki er at lata heimaflotanum fáa atgongd til hetta tilfeingi, saman við uppsjóvarflotanum. Tað verður tó neyvan nøktandi sum prísirnir nú eru og sum støðan er vorðin hjá fleiri, serliga línuskipum og útróðrarbátum. Virkir sum fáa fisk frá hesum parti av flotanum eru eisini komin illa fyri.

Fiskaprísirnir eru í mongum førum so lágir nú, skilst, at tað gevur ofta undirskot at fiska; hetta kunnu pengasterk reiðarí helst liva við í eina tíð, men tey smærri reiðaríini hava ikki kapital til at klára tað og kunnu skjótt fara av knóranum. Samstundis er greitt at tað kostar at hava skip og bátar liggjandi við kai — tann kostnaðurin kann skjótt gerast ovurhonds stórur, um tað skuldi komið hartil at tað vinnuliga virksemið steðgar upp á sjónum, á fiskavirkjum og hjá teimum mongu veitarum sum eru knýttir at hesum skipum, bátum og virkjum, fyri ikki at tala um øll starvsfólk og onnur sum beinleiðis og óbeinleiðis liva av hesum virksemi.

Ein møguleiki sum verður umrøddur fyri tíðina er kilostuðul til veiðilið og virkir á landi fyri avreiddan fisk.