Tíðindi Arkiv

Trupulleikin við troti á arbeiðsmegi fyri heimaflotan kann loysast við einfaldum inntrivi

Tað hevur gingið striltið at manna ísfiskaskipini sum veiða botnfisk — alt ov striltið, ja óneyðuga striltið. Støðan sum er íkomin nýtist í grundini ikki at vera sum hon er, tí tað ber meir enn so til at gera nakað við hendan trupulleikan, um enn hann í løtuni er stórur og framvegis vaksandi.

Trupulleikin er tíverri, yvir longri tíð, sloppin at versna út um alt sømiligt mark, og hevur nú í stórt umfang viðført eina ótolandi støðu fyri feskfiskaflotan — bæði línuskip, trolarar og garnaskip. Verður ikki tikið hond um hetta álvarsmál nú beinanvegin, so er vandi fyri at tað í longdini fer at kosta ikki bert avvarðandi pørtum men øllum samfelagnum risastórar upphæddir í pengum umframt at gera óbótaligan skaða í aðrar mátar á høvuðsvinnuna og bygnaðin í henni.

Sum Føroya Fiskimannafelag fyrr hevur víst á, og sum annað manningarfelag nýliga eisini hevur tikið upp, so er fyrsta og mest natúrliga svar upp á trupulleikan at finna í teimum alt ov hørðu avmarkingum sum lógin hevur lagt á fiskiflotan hvat viðvíkur frælsi at avreiða eftir vanligum búskaparligum og fíggjarligum skili — also at landa har sum frægasti prísur fæst fyri kilo, uttan mun til um hetta er í Føroyum ella tað er í onkrum av londunum rundan um okkum.

Tí um skipunum verður loyvt at avreiða uttanlanda, so batna útlitini eisini skjótt fyri lønandi rakstri, og harvið eisini møguleikarnir fyri betri hýrum og endurnýggingum og menning av skipunum, sum er eitt de facto krav ídag fyri at kunna fáa manning.

Av tí at tað kann væntast at vit í nógvum førum fáa upp í fleiri krónur meira fyri hvørt kilo av fiski við at selja uttanlands, so er eingin ivi um at her fyriliggur ein skjót og munadygg loysn upp á ein trupulleika sum annars verður ringur at loysa.

Tá skipini fingu grønt ljós at avreiða svartkjaft uttanlands, var tað eisini ein stórur vinningar fyri tað føroyska samfelagið; tí prísurin var munandi hægri ið skipini og manningarnar tá fingu í mun til áðrenn.

Tey føroysku skipini ið veiða uppsjóvarfisk líða fyri tíðina ikki av manningartroti, og tað helst av so einfaldum orsøkum sum krónum og oyrum. Men tað átti tess meira at staðið greitt fyri okkara politikarum at serliga tann partur av heimaflotanum sum ikki er útgjørdur við frystilast til sína veiði eigur at hava møguleika til at avreiða har sum frægasti prísur fæst. Alt annað er óunniligt og óvirðiligt, og harafturat — sum vit fyrr hava verið inniá — ikki burðardygt; tí føroysk virkir kunnu í longdini ikki kappast við umheimin við at fáa okkara fiskimenn stavnsbundnar til at avreiða heima fyri undirprís.

Her er eisini vert at hava í huga at eingin samfelagsligur vinningur fæst við at hava hesi skipini liggjandi svínabundin við bryggju vegna trot á manning. Tá nyttar lítið at fáa fremmanda arbeiðsmegi at arbeiða fisk á landi, um fiskurin kortini ikki verður veiddur og fingin til høldar av tí at virkir í Føroyum rinda langt undir marknaðarprís fyri hann. Tá er so ikki talan um føroyskt veiddan fisk ið slík virkir fáa arbeiddan.

So mikið er týðiligt ídag, at um vit halda fram í verandi óskili við so stívrendum lógar- og regluverki, ja so máa vit eisini støðið undan tí føroyska samfelagsbúskapinum. Vit kunnu sum eitt framkomið samfelag ikki loyva okkum at forða einum so stórum parti av fiskivinnuni at troyta tær inntøkukeldur sum annars natúrliga eru tøkar og liggja beint fyri stavn.

Tí er tað avgerandi, serliga í einari kreppustøðu hesari, at føroysk fiskiskip sleppa at landa sína veiði uttanlands um neyðugt, soleiðis at tey kunnu fáa sín rakstur at hanga saman.