Tíðindi Arkiv

Trolbátar fáa góðan tosk

Sum vant fríggjadag hesa ársins tíð, landaði trolbáturin Skálafossur VN 559 til Barðið í Havn eisini tann 10. juli. Teir avreiddu hesuferð 325 kassar, tilsamans umleið 16 tons av flatfiski við nakað av toski og hýsu afturvið, heldur minni enn vikuna frammanundan tá teir fingu 400 kassar.

Teir royna eystan fyri Nólsoynna, umleið tveir og ein hálvan tíma í stimitíð úr Havn. Prísirnir eru einki at reypa av beint nú, men síggja út til kvinka uppeftir nakað.

“Hetta fiskaríið er nógv tengt at árstíðini,” segði Jan Justesen, sum er skipari á Skálafossi. “Prísirnir um veturin eru yvirhøvur munandi hægri enn teir eru um summarið.”
“Teinurin út á feltið er stuttur, so vit náa akkurát at kryvja undan áðrenn vit koma inn at landa,” viðmerkti Jóannes.

Túrarnir um summarið vara eina lítla viku, og landað verður hvønn fríggjadag.

Skálafossur hevur flatfiskaloyvi har hægst loyvda hjáveiði er ein triðingur. Teir royna fyrst og fremst eftir havtasku, tungu og øðrum flatfiski.

“Fiskiskapurin hevur sum heild verið heilt hampiligur,” legði skiparin afturat.

Nógv hevur verið frammi um rak tosk undir Føroyum í seinastuni men sum skilst síggjast nú tekin um at fiskurin aftur fær meira føði.
Tann toskurin vit síggja nú er munandi betur fyri og feitari enn tann vit ofta sóu nakað herfyri, siga teir.