Tíðindi Arkiv

Tí má gerast upp við rættindahavaríið

“Fiskiloyvi skulu knýtast at skipunum, millum annað fyri at tryggja manningunum rætta hýru.” Hetta brotið er partur av tí samgonguskjali sum legði grundina undir verandi Landsstýri.

 

At tað í samgonguskjalinum bleiv ásett svart upp á hvítt at veiðilrættindir skulu aftur á fiskiskipini — sum skilst í seinasta lagi í 2022 — var av góðum grundum bæði neyðugt og skynsamt. Tað skuldi eisini bara manglað; alt annað átti at verið óhugsandi, um vit ganga út frá valúrslitinum.

 

Ringar royndir frá rættindahavarínum undir farna valskeiði merktust nevniliga skjótt, og okkara ávaringar fyri árum síðan um at skipanin fór at opna fyri spekulatión og tí sum verri var, vístu seg eisini at geva meining í ríkiligt mát.

 

Men gloymskan er hvat hon er og summir politikarar royna nú at gera sær dælt av tí, og eru soleiðis farnir at rógva framundir at fáa samgonguskjalið broytt við tí fyri eyga at strika ella skerja okkara kardinalpunkt um at aftur knýta fiskiloyvini at skipunum.

 

Vit undrast sum vera man og fara sum avvarðandi fakfelag at gera alt fyri at minna Landsstýrið og Løgtingið á hvat sum er avtalað hesum viðvíkjandi, enntá beinleiðis í samgonguskjalinum. Her kann nevniliga ikki upp á nakran máta stingast undir stólin við at málið snýr seg um grundleggjandi viðurskifti sum viðkoma øllum manningarfeløgum og, í víðari merking, eisini allari fakfelagsrørsluni sum hon er.

 

Tað at skilja fiskirættindi burtur frá fiskiskipum var av sonnum frá byrjan eitt sníkjandi, lúnskt og samstundis sera umfatandi og vandamikið álop, ikki “bert” á alt sum eitur sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum herundir samráðingarrættin. So leingi sum eitt sovorðið  skrímsl av einum hugtaki sleppur at liva víðari í lógarteksti, er í veruleikanum talan um eina beinleiðis hóttan móti sjálvum tilverugrundarlagnum hjá teimum fakfeløgum hvørs limir sigla við føroyskum fiskiskipum; og óbeinleiðis er tað í longdini eisini ein tilverulig hóttan móti øllum øðrum fakfeløgum í landinum.

 

Her skal tí minnast á at øll tey rættindi okkara limir hava vunnið sær gjøgnum tey 110 árini sum eru liðan síðani Fiskimannafelagið varð stovnað, byggja á eitt serligt skjal sum er sjálvur kjarnin í einum væl skipaðum arbeiðsmarknað — nevniliga tann til eina og hvørja tíð galdandi sáttmálin sum, í okkara føri, fiskimenn og reiðarar hava samráðst seg fram til.

 

Við at lata fyritøkum sum ikki eru partur av hesum sáttmála fáa rættindi til vinnuligan fiskiskap, grevur landið burtur undan tí støði sum karmarnir kring okkara arbeiðspláss á sjónum byggja á. Gjøgnum at lata fyritøkum ella spekulantum ið ikki eru bundin av nøkrum sáttmála við avvarðandi manningarfelag fáa lut í rættindum uttan um verandi bygnað á arbeiðsmarknaðinum, ger myndugleikin eitt stórt mistak sum kann koma at kosta samfelagnum dýrt áðrenn langt um líður.

 

Sáttmálaleysir ‘rættindahavarar’ fáa nevniliga, við at leiga fiskiskip við manning frá reiðaríum ið eru umfatað av sáttmála, møguleika til at myrkaleggja upplýsingar um eitt nú avreiðingaprísir. Hetta er beint øvugt av tí innliti í viðurskifti av týdningi fyri útrokningina av hýru sum annars er tryggjað manningarfeløgunum undir sáttmálanum við reiðararnar. Hesir ‘rættindahavarar’ uttan skip kunnu skjóta seg undir at ikki vera bundir av galdandi sáttmálum, sum teir jú heldur ikki eru partur av, sum ger at manningarfeløgini kunnu ikki gera kravið um innlit galdandi í sambandi við fiskitúrar har rættindini eru knýtt at øðrum enn pørtunum sum eru umfataðir av sáttmálanum. So tá ið fiskirættindi verða latin øðrum enn sáttmálabundnum reiðaríum verða manningarfeløgini avskermað frá annars sáttmálatryggjaðum innlitum. Undir tílíkum umstøðum er ikki longur eftirlit við eitt nú um peningur fer millum skins og holds so ella so — tað er, um manningar við skipum leigutúrum í slíkum høpi veruliga fáa ta hýru tær eiga rætt til.

 

Tað átti sostatt ikki at verið torført fyri okkara politisku leiðslu at sæð hví vit enn einaferð vilja ávarða ímóti at yvirhøvur varðveita ‘rættindahavarar’ sum hugtak í fiskivinnuligum lógarhøpi, og hví vit nú vilja minna á hvat sum varð felt í samgonguskjalið í hesum sambandi.