Tíðindi Arkiv
Stongdar leiðir hava álvarsligar avleiðingar
Fyri 20 til 30 árum síðani, varð ikki so nógv fiskað har sum ísfiskaflotin annars roynir ídag. Orsøkin til tann lítla áhugan fyri hesum leiðum var einføld: har var yvirhøvur minni at fáa í mun til aðrastaðni.
Men so fóru politikarar — blint fylgjandi ráðum frá nøkrum embætisfólkum og frøðingum — undir at friða og “fyribils” steingja so tey økir har skipini fingu fisk.
Tilgongdin at friða og steingja av hesar leiðir, vant upp á seg sum árini gingu, og í takt við hetta tók tað eisini at ganga alsamt meira afturá hjá ísfiskaflotanum. Vit kenna eftirhondini hesa søguna, og vit vita hvussu reiðarí soleiðis hava sæð seg noydd at selt burturav ella latið seg eta upp av størri feløgum, soleiðis at fiskirættindi hjá skipum hava verið konsoliderað og løgd saman, fyri at fáa eitt fíggjarligt avkast hóast allar hesar skerjingar og avmarkingar.
Soleiðis hava nøkur klárað skerini og eru kanska hartil komin væl upp á turt. Men hvat við teimum mongu, sum standa eftir við einum livibreyði, sum bara minkar fyri hvørja skerjing og hvørja avmerking sum lógarsmiðir og umsitarar so ivriga innføra uttan íhald? Og hvat við fiskarínum — skulu vit veruliga lata tað liggja niðri á 10.000 ella 20.000 tonsum undir tí stigi sum tað átti at verið á?
Tað skuldi ikki verið neyðugt at skrætt seg sundur, fyri at sannføra Føroya fólk um, at onkrar av teimum friðingum og avsteingingum sum hava verið innførdar hesi árini, sum oftast uttan at seinni verða avtiknar aftur, hava verið óneyðugar. At hetta sum heild hevur verið ein skeiv leið at fara, sæst av tí úrsliti vit sita við aftan á øll hesi árini.
Ikki smávegis møguleikar
So tað er alt annað enn logiskt at vænta sær at fiskur “nú” knappliga verður at fáa á fiskileiðum sum alla tíðina hava verið ivasamar. Neyvan man nakar rokna við at fiskurin fer inn á skúlar ella skrivstovur at spyrja, hvar hann skal halda til hvørja tíð av árinum. Og neyvan megna vit heldur at stýra fiskarínum eftir rokniørkum.
Tey sum stóðu á odda fyri og stuðlaðu upp undir tilgongdina at friða og steingja av tær góðu fiskileiðirnar, sita eftir við tungari ábyrgd, uttan mun til um tey sjálv ikki vilja kennast við tað. Tí teirra ávirkan hevur nevniliga gjørt ein óbótaligan skaða á livikorini hjá okkara ísfiskaflota — og tað hevur verið við til at skeikla samfelagið, við vaksandi sosialum ójavna sum avleiðing.
Nú stendur hesin flotin og verður stútt og spakuliga liðaður sundur búskaparliga, í grundini alt av berum kleyvarskapi í fiskivinnupolitikkinum.
Her brúka tey, sum uttan íhald vilja skerja og avmarka hendan í løtuni fíggjarliga minni menta partin av fiskiflotanum ein løgnan logikk sum illa hongur saman, men sum ikki tess minni hevur sett ísfiskaflotan í eina støða, sum við verandi gongd stendur við og versnar. Hesi skipini sleppa ikki at fiska har tey áttu at sloppið, orsakað av nevndu avmarkingum; og tá ið teirra landingar av tí sama minka, verður tað aftur í sær sjálvum brúkt sum próvgrund til at skerja enn meira — hvør skal siga, “har kemur minni upp á land tí ov nógv hevur verið fiskað; tí mugu tey fiska minni nú so tey kunnu fáa meira seinni, tá stovnarnir eru komnir fyri seg aftur.”
Nei, hatta er ikki annað enn at avhøvda feskfiskaflotan.
ĺdag eigur ein og hvør, at kunna gjøgnumskoða eina so býttisliga framferð móti einum parti av fiskiflotanum, sum er komin illa fyri av tí førda politikkinum. Tann sum setir seg bara eitt sindur inn í hvat eitt fiskarí,og hvat ein fiskileið er fyri nakað, skilir beinan vegin, at í slíkum økjum er ofta ikki skilagott at steðga fiskiveiðini fyri at verja stovnin. Tí alt annað líka, skal eitt ávíst veiðitrýst til, fyri at tryggja góðan fiskavøkstur og til at mótvirka váðanum fyri at fiskurin fær ov lítið at eta. Við at minka um mongdina av teimum fiskum ið skulu berjast um ta avmarkaðu føði sum finnist í einum umráði, hjálpir fiskiveiðin teimum fiskum ið eru eftir til at klára seg betur og lættari kunna vaksa seg stórar og feitar. Hetta ger seg sum vera man, serliga galdandi tá ov nógv er av ungfiski.
So hvussu mong túsund tons um árið hava vit søplað burtur við at óneyðuga nógv skerja og avmarka veiðina á Føroya grunninum og aðrastaðni, eitt nú á Flemish Cap, har vit hava havt søgulig rættindi?
Er her talan um 10.000, 20.000 ella 30.000 tons um árið tilsamans? Um so er, tosa vit eisini um fleiri hundrað milliónir krónur um árið, ikki íroknað ringvirknaðir av meirvirking og tænastum. Hetta er ikki smávegis upphæddir; men hinvegin, taka vit stig til at rætta nevndu skeivleikar so fær heimaflotin eisini eitt munandi betri støði og grundarlag at mennast út frá. Hesum vilja vit arbeiða fyri.