Tíðindi Arkiv
Semingsstovnurin boðsendur uttan orsøk
Samráðingarnar millum fiskimannafelagið og reiðarafelagið hava gingið væl. So tað var hildið, at ein semja kundi verið funnin við samráðingum. Tí vóru vit tiknir av bólið, tá boðað var frá, at Semingstovnurin var boðsendur.
Fiskimannafelagið heldur, at tíðin als ikki er búgvin til, at Semingsstovnurin verður kallaður inn í einar samráðingar, sum ganga sína gongd, og slit var ongantíð upp á tal.