Tíðindi Arkiv

Seinasta freist at atkvøða nærkast

31. august er evstamark fyri at greiða atkvøðu um avtøku av skipanini við sóknarformonnum. Um onkur av misgáum ongan atkvøðuseðil hevur fingið, er umráðandi at venda sær til Fiskimannafelagið sum skjótast.

Á landsfundinum hjá Føroya Fiskimannafelags beint fyri jól varð gjørt av at lata allar limir felagsins við úratkvøðu taka støðu til, um verandi skipan við sóknarformonnum skal takast av.

Fyrr í summar vóru atkvøðuseðlar sendir út til limirnar, og atkvøðugreiðslan endar 31. august.

Er onkur limur, sum av misgáum ongan atkvøðuseðil hevur fingið, er tí umráðandi at venda sær til Føroya Fiskimannafelag sum skjótast.

Sum bygnaður felagsins er í dag, eru sóknarformenn eisini varafólk í teimum sýslunum, har ongir valdir tiltakslimir eru fyri sitandi sýsluformenn. Men verður uppskotið samtykt, verða ongir sóknarformenn valdir í vetur, tá sóknarformansval annars skuldi verið eftir galdandi viðtøkum. Tí verður neyðugt at gera eina fyribilsskipan fyri varafólk í tíðarskeiðnum 1. februar 2018 – 31. januar 2020. Sýsluformansval verður veturin 2019/2020, og taka valdu sýsluformenninir og varðafólk við 1. februar 2020.

Sum fyribilsskipan hevur nevndin gjørt av, at hvør sýsla útnevnir tvey varðafólk at traðka til, tá sitandi sýsluformaður hevur forfall í tíðarskeiðnum 1. februar 2018 – 31. januar 2020.

Sambært uppskotinum til viðtøkubroyting skulu trý varðafólk veljast fyri hvønn sýsluformann frá næsta sýsluformansvali at rokna. Stjórnin fer at eggja til, at hesir altíð eisini møta á landsfundi.

At taka av skipanina við sóknarformonnum hevur við sær, at smærri fylgibroytingar mugu gerast aðrastaðni í viðtøkunum.