Tíðindi Arkiv

Avtala við Noreg kann gerast bjargingin fyri føroyska makrelvinnu í ár

Tað sum sambært Jacob Vestergaard fiskimálaráðharra er ein “Søgulig semja millum Føroyar og Noreg um makrelatgongd” gevur meining upp á fleiri mátar eftir okkara tykki. Eitt er at avtalan ger tað høgligt fyri føroyingar at fáa makrel til høldar tá hann hevur hægsta virði; eitt annað at føroyingar nú kunnu landa tann makrel í Noreg sum vit fiska í norskum sjógvi; eitt triðja er at norsk fiskiskip sleppa at landa tann makrel í Føroyum sum tey fiska í føroyskum sjógvi — nakað sum kann vera við til at minka um áhugan í at vilja tvinga føroysk fiskiskip til at landa alla sína makrelveiði í Føroyum við tað at rávørugrundarlagið hjá uppsjóvarvirkjunum í Føroyum verður styrkt av at norsk skip kunnu landa her.

 

At áhugabólkar í ES og Bretlandi fóru í flindur so skjótt tíðindini um avtaluna millum Føroyar og Noreg bórust, ja tað er hvat tað er. Har kundu vit lagt afturat at ES nú stendur rættiliga veikt í makrelhøpi, uttan iva sum úrslit av tí ørviti sum í vaksandi og syrgiligan mun er farið at sermerkja so nógv at tí sum verður spælt út av Brússel.

 

 

Men Brexit elvdi til ruðuleika kring fiskirættindi og fiskivinnu avtalur millum lond. Tá ið Noreg, aftaná at Brexit kom í gildi, minkaði um felagskvotuna hjá ES fyri toskafiskiskap í norskum sjógvi, og tilluttaðu mótsvarndi kvotu til Bretland, kom ósemja í millum Noreg og ES.

 

Og tað eydnaðist heldur ikki strandalondunum at koma fram til semju um makrelin. Eitt sum sambært keldur skilti partarnar var at bretar ikki vilja góðtaka tann leistin sum annars leingi hevur verið galdandi, nevniliga at londini avrokna við at lata hvørjum øðrum atgongd fyri atgongd at fiska heldur enn at avrokna í reiðum peningi fyri tær kvotur sum hetta umfatar.

 

So Noreg og Føroyar høvdu eina støðu sum var felags í stóran mun og kláraðu uttan stórvegis háva at koma fram til eina semju sínámillum um makrelfiskiskap.

 

Undir hesari avtalu, sum væntandi verður lýst í kunngerð fyrsta dagin, kunnu føroysk skip veiða stívliga 83.500 tons av makreli í norskum sjógvi tað ið eftir er av hesum árinum, samsvarandi helvtini av tí føroysku makrelkvotuni fyri 2021. Samstundis kunnu so norsk skip veiða somu nøgd av makreli í føroyskum sjógvi.

 

Londini eru harumframt samd um at føroysk skip sum veiða makrel í norskum sjógvi, sjálvi gera av um tey landa hann í Føroyum ella Noregi; og norsk skip gera upp somuleiðis sjálv av um tey landa tann makrel tey veiða í føroyskum sjógvi, í Føroyum ella Noregi.

 

“Jacob Vestergaard sigur at semjan millum Føroyar og Noreg er søgulig, tí at ongantíð áður hava Føroyar fingið eina so stóra og góða makrelatgongd sum í semjuni, ið varð undirritað í dag,” boðaði Fiskimálaráðið frá tann 16. juli.

 

Nú ið smáligt er við fiskarínum eftir makreli í føroyskum og altjóða sjógvi , kunnu vit prísa okkum lukkulig fyri at sleppa í norskan sjógv eftir so mikið sum 83.524 tonsum av góðum makreli