Vitan fiskimanna — ein kritiskur tráður sum má takast uppaftur

Tann nú niðurlagda Fiskidaganevndin, gjørdi eitt frálíkt og sera upplýsandi arbeiði, tá tað kemur til stovnsrøkt og stovnsmetingar. Gjøgnum sjey ár skipaði Fiskidaganevndin, við fiskimonnum sum keldu, fyri egnum metingum av týðandi fiskastovnum kring Føroyar.

 

Hesar stovnsmetingar vístu seg at vera snórabeinar, og tað má sigast at vera stórt spell, at tað arbeiðið sum táverandi formaðurin í Fiskidaganevndini, Dennis Holm, stóð fyri saman við Hertu Olsen, ið var skrivari, ikki helt fram. Men tíverri datt jú Fiskidaganevndin burtur við tí nýggju lógini um sjófeingi, sum kom í 2018; hóast vit fingu nýtt Landsstýri, umleið hálvtannað ár seinni, sum broytti ta nýggju lógina rættiliga munandi, lá tann avtikna Fiskidaganevndin eftir og kom ikki afturí aftur.

 

Spurningurin er so um, hvussu klókt ella óklókt tað var at niðurleggja Fiskidaganevndina. Tann sera beinrakna stovnsmetingin nevndin skipaði fyri í samstarvi við fiskivinnuna, átti kanska so ella so at verðið loftað yvir í annan bygnað. Talan var nevniliga um eina nyttiga og virðismikla stovnsmeting, og tí eigur at verða umhugsað, hvussu hetta góða arbeiðið, møguliga kundi verðið tikið upp av nýggjum og hildið koyrandi framyvir.

 

Eins og Dennis Holm tá vísti á, so er tað av týdningi, at pláss verður givið í tí almenna rúminum, fyri at umrøða vísindaligt arbeiði kritiskt, og at vit eiga at hava í huga, at vísindini eru ymisk, og at einki forgjørt er í at vísindafólk hava ymiskar meiningar um eitt givið evni, og at ymisk modell, sum verða brúkt í metingum og prognosum hava ymiskar veikleikar og ymiskar styrkir.

 

“Ikki er óvanligt at kjakast um vísindalig úrslit og um hvussu sterk úrslitini eru,” skrivað hann í einum lesarabrævi. “Haldi ikki at vit skulu vera so bangin fyri at kjakast opið um hvussu neyvar og haldbarar stovnsmetingar o.a. á Havstovuni eru.”

 

Hann segði víðari: “Bæði Havstovan og Fiskidaganevndin koma við vitan um fiskastovnarnar undir Føroyum. Høvuðsmunurin er helst at Fiskidaganevndin fær til vega vitan, sum er beint her og nú, meðan vitanin (serliga um gýtingarstovnar og tilgongd) sum Havstovan kemur við er merkt av ávísari óvissu fyri tey ‘nýggjastu’ árini.”

 

“Stór ábyrgd er løgd á politiska myndugleikan, sum hevur staðfest at tey vilja fylgja vísindaligu ráðgevingini um fiskastovnar undir Føroyum,” legði Dennis Holm afturat. “Spurningur er so um man vil gera tað í blindum ella við einum ísletti av sunnum fornufti, har sjálvur innsatsurin (tal á skipum í vinnu) verður tikin við í metingina og viðgerðina.”

 

Sigast má, at Fiskidaganevndin undir hansara leiðslu, tók ein kritiskan tráð upp, sum hevur betur uppiborið enn at verða sleptur. Tí væl vita vit at lívfrøðingar vita ofta best um lívfrøðilig viðurskifti, eins og havfrøðingar um havfrøðilig viðurskifti; og vit vita eisini at turr og neyv støddfrøði er hvat hon er, og eingin persónur við nøkulunda skili man heldur seta spurning við hana. Men vit vita samstundis, ikki tess minni, at ráðgeving um fiskivinnu inniber ymiskar tulkingar — at hesar byggja nevniliga ikki burturav á hvørki reina havlívfrøði ella turra støddfrøði.

 

Eisini vita vit, at tað finnist ein táttur, sum eitur søga, ein annar sum eitur vinnulig áhugamál, og aftur nakað ið nevnist politisk áhugamál. Ja, tað finnast enntá eisini vísindi, sum snúgva seg um at granska, hvussu ymiskt annað enn júst saklig atlit kunnu ávirka — og tey ávirka vissuliga —arbeiðið hjá ymiskum fólkum, eisini vísindafólkum. Tí vísindafólk eru sjálvandi eisini, eins og øll onnur, einstaklingar við ymiskum styrkjum og ymiskum veikleikum.

 

Alt hetta snýr seg hóast alt um okkara felags tilfeingi, okkara felags tilveru og okkara felags framtíð. Og tað merkir í síðsta enda, at hvørki fiskimenn, granskarar ella onnur sleppa undan at læra seg betur at skilja hvønn annan, soleiðis at samskiftið kring okkara fiskivinnustýring og annað av samfelagsligum týdningi verður so munadygt, skynsamt, fordómsfrítt og burðardygt sum gjørligt.

 

Tað kemur sjálvandi altíð at vera so, at tað finnist eitt hav av vitan, sum enn ikki er skrásett alment. Og her er tað heldur eingin loyna, at sera nógv vitan av týdningi fyri okkara samfelag, vinnu, mentan og søgu — ja, sum vera man eisini fyri vísindaliga gransking — er til staðar millum núverandi og fyrrverandi fiskimenn. Eingin ivi kann heldur vera um, at tað hevði verið sera gagnligt fyri framtíðar stovnsmetingar, um hendan vitan varð samlað og skipað, so hon kann gerast tøk fyri bæði lærd og leik. Tað hevði av sonnum kunnað verið ein dýrgripur fyri alt samfelagið.