VIT VITA ,TIT HAVA RÁÐ!

Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Tá semingin ikki bar á mál, gingu bert sekund, áðrenn tíðindaskriv kom frá arbeiðsgevarafelagnum um, at tað vóru arbeiðarafeløgini, ið ikki vildu samráðast. Hetta vísti semingsmaðurin tó aftur beinanvegin.

Hóast hetta førdi stjórin í Vinnuhúsinum júst somu ósonnu álop á verkafólk í tíðindunum á middegi í dag.

Veruleikin er, at Vinnuhúsið og teirra taktikkur er orsøkin til verkfallið, og somuleiðis orsøkin til, at semingin nú slitnaði í gjárkvøldið.

Við methøgum milliardayvirskotum í vinnuni, og prísvøkstri, ið ger tað ómøguligt hjá okkara limum at liva í Føroyum, vóru vit frá byrjan veruliga bjartskygd um eina góða loysn, har limir okkara fingu eina ordiliga løn, ið til ber at liva av.

Samstundis møttu arbeiðsgevararnir upp til samráðing við millum lítlum og ongum, og vildu als ikki flyta seg.

Vit søktu alla tíðina loysnir og fluttu okkum - tó vóru vit altíð greið um, hvar pínumarkið var.

Hin parturin stóð fastur, vildi ikki geva seg og tók ikki av møguleikanum fyri semju.

At Niels Winther hevur lært seg uttanat at siga: "Vit vóru sinnaði at geva methøga lønarhækkan", broytir ikki, at tey undir trýsti bjóðaðu okkum 4,8% yvir tvey ár.

Lága útgangstøði ger, at tey í farnu viku kundu flyta seg nøkur prosent, upp á tað sum frá byrjan skuldi verið støðið fyri eini veruligari samráðing.

Meðan vit fóru seriøs til samráðingarnar við veruligum ynskjum og krøvum, ið vóru í samsvar við prísvøksturin seinastu árini.

Vit vónaðu, at semingin fór at bera á mál, og vístu støðugt á loysnir. Loysnir, ið Semingstovnurin vendi við arbeiðsgevarunum, men svarið hinumegin borið var eitt rungandi NEI.

Okkara vón er enn sum áður, at Vinnuhúsið byrjar at taka atlit til ikki bara okkara limir, men eisini sínar egnu limir og føroyska samfelagið.

Vit eru ikki í verkfalli til stuttleikar, og vit vita, eins væl og tey, at síðan verkfallið byrjaði, hevur føroyska vinnan mist nógv meira, enn lønarhækkanin hevði kostað, og fyri hvønn dag sum gongur, fara fleiri virði fyri skeytið.

Loysnin liggur í samráðing, og vit eru enn sum áður fús at samráðast, men tað krevur, at hin parturin eisini ynskir semju.