Vit taka einki frá nøkrum

Tað hevur týdning, at makrelurin er fiskaður.

 

- Hetta snýr seg ikki um at taka frá nøkrum og lata øðrum. Tað, sum hevur týdning, er, at kvoturnar eru fiskaðar, tá vit eru til samráðingar við strandalondini. 

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og strandferðslumálum um broyttu makrelkunngerðina.

SÍ EISINI: Broytt makrelkunngerð kostar Faroe Origin 30 milliónir

Broytingin hevur við sær, at makrelur, sum ikki er fiskaður, fer í eina felags pulju. Soleiðis verða loyvini ikki longur flutt frá ári til árs. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: Dennis Holm um kunngerð: Vit taka einki frá nøkrum | Kringvarp Føroya (kvf.fo)