Vit komu frá Averøy í Norra við umleið 2200 tons av alifóðri, sum skulu til alibrúk í Íslandi.

Tí gjørdu vit av at binda skipið væl í Hvalvík og halda jólini við hús, sigur hann.

Hildu jólini heima ávegis til Íslands

Hóskvøldið 22. desember kom farmaskipið, Vermland, á Hvalvík. Skipið var ávegis til Íslands, men hevði so mikið góða tíð, at manningin kundi vera heima jóladagarnar.

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook. MJ myndir eigur myndina

-Vit komu frá Averøy í Norra við nærum fullum skipi, umleið 2200 tons av alifóðri, sum skulu til alibrúk í Íslandi. Hetta hevur verið okkara fasta sigling síðstu tvey árini, tí vit eru leigaðir út til Skretting, sum letur alifóður til íslendskt alibrúk.

Tað sigur skiparin á Vermland, Johnny á Túgvu.

-Vit sigla nærum runt Ísland og fóðra ymisku alibrúkini, og so nakrar alistøðir uppi á landi. Onkrar túrar sigla vit runt landið, alt eftir veðri og tørvi fyri alifóðrið, sigur hann.

-Tað er øking í alivinnuni í Íslandi. Vetrarhálvuna megna vit at sigla alt fóðrið, men summarhálvuna, tá laksurin etur meiri, sigla onnur skip eisini fóður til Íslands, sigur hann.

-Vit høvdu so mikið góða tíð, tí vit skulu ikki lasta aftur í Norra fyrr enn 6. januar, og so vóru veðurvánirnar fyri jóladagarnar sera vánaligar. Tí gjørdu vit av at binda skipið væl í Hvalvík og halda jólini við hús, sigur hann.

-Vit eru seks føroyingar við í senn og tvær manningar hoyra til skipið. Vit eru seks vikur umborð og so seks vikur heima. Vit hava tað gott og trívast væl umborð, sigur Johnny.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð 22. des. við jólapakkum. Tað gav høvi til at savna manningina í messuni, har jólasálmar vórðu sungnir, Guds orð hildið fram og bøn biðin.

Pakkarnar vildu teir pakka upp, tá teir vóru farnir avstað aftur.

Á middegi týsdagin, 27. des. loysti Vermland frá bryggju í Hvalvík og setti kós móti Íslandi.

Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.