Vit hava roynt við snellu á bankanum í tríggjar dagar, og hava 6000 pund
Rokaðust í løtum
Vit hava bara fingið stóran tosk, sokallaðar “eittarar”. Vit fingu eisini nakrar fáar hýsur, men ongan smáan ella miðalstóran tosk, sigur hann.
Síðstu dagarnar hava fleiri av smærri útróðrarbátunum roynt á Føroyabanka. Nakrir hava verið við línu, meðan aðrir hava roynt við snellu. Ein av bátunum er Elin Johanna, sum var mannaður við trimum næmingum á Vinnuháskúlanum. Teir landaðu á Toftum í morgun.
- Vit hava roynt við snellu á bankanum í tríggjar dagar, og hava 6000 pund. Fiskiskapurin var sera misjavnur, og sum vit skilja á bátunum, so liggja vit í miðjuni, tá ræður um nøgd, av teimum, sum vit fiskaðu saman við. Tað sigur Rói, skiparin á Elin Johannu.
- Vit hava bara fingið stóran tosk, sokallaðar “eittarar”. Vit fingu eisini nakrar fáar hýsur, men ongan smáan ella miðalstóran tosk. Vit royndu mest millum 55 - 60 favna dýpið, sigur hann.
- Nú eru vit ikki royndir útróðrarmenn. Men sum vit skiltu á hinum bátunum, so var fiskiskapurin tíverri langt frá líka góður í ár, sum hann var í fjør, sigur Rói.
- Tað hevur verið spennandi, hóast fiskiskapurin var sera misjavnur. Tað var einkið at fáa í tímar, og so var nógv at fáa eina løtu, og so datt fiskiskapurin niður aftur í lítið ella einki. Harafturat var frískur vindur tann eina dagin, og tá stóðu dergurnar illa niður, so tá kom lítið burturúr, sigur Rói.
- Hetta er spennandi fiskiskapur, og vit fara avstað aftur í dag. Veðurmenninir lova góð líkindir, so vónandi eru nakrir toskar eftir. Har var toskur, tí fleiri vóru krøktir, men hann tók bara onkrar løtur. Snellufiskurin er rímiliga væl í holdum, men sum skilst á línumonnunum, so er tann toskurin meiri rak, sigur Rói.
Rói, sum býr á Norðskála og Johan og Sigmundur, sum búgva á Eiði, lesa til skipsførara. Hetta er tí eitt gott umskiftið og samstundis eitt slag av starvsvenjing hjá teimum.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
(Mynd: Sjómansmissiónin)