Vit hava knapt 500 kør í eina viku
Samtrolarnir, Stelkur og Bakur, landaðu til Faroe Origin í Runavík í morgun. Árið hevur verið brúkiligt, bæði tá tað ræður um fiskiskap og fiskaprís.
-Ja, vit mugu siga, at túrurin varð góður. Vit hava knapt 500 kør í eina viku, og av teimum 500 kørunum, vóru 120 av toski og øðrum enn upsa, sum vanliga hevur betri prís enn upsin. Síðstu tíðina hevur upsaprísurin eisini verið góður, so tað er hugaligt.
Tað sigur skiparin á Stelki, Ólavur Jacobsen.
- Vit royndu vestanfyri, og hóast fiskiskapurin hevur verið brúkiligur, so er tað trupult at fáa fleiri góð hál í sama staði, sum hendir, tá tað er nógvur fiskur at fáa, sigur hann.
-Eg haldi, tað sær dámligt út við æti og lívi annars í sjónum. Vit síggja kanska ikki nógvan svartfugl úti á fiskileiðunum, men inn móti oyggjunum og millum oyggjarnar hevur verið nógvur fuglur at sæð, og tað er dámligt, sigur Ólavur.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í morgun.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Mynd: Ólavur Jacobsen og sonurin Bergur.