Vit eru fegnir yvir, at grønlendingar eru áhugaðir í okkara bátum
-Vit eru fegnir yvir, at grønlendingar eru áhugaðir í okkara bátum. Teir byggja nýggjar bátar til útróður, meðan vit í Føroyum, tíverri ikki byggja nýggjar útróðrarbátar, men endurnýggja og kanska forleingja okkara gomlu bátar, ella keypa brúktar úr útlondum.
Tað sigur Jóhan Hendrik Olsen, stjóri á AWI-boats/UniVise í Runavík.
- Tað er felagið Aalisa ApS í Ilulissat, sum hevur latið bátin byggja. Hann er 39 føtur langur og hevur ein 266 hk. Volvo motor. Navdiskt er hann útgjørdur við tí nýggjasta, og á dekkinum er línu- og garnaspæl. Hann er eisini fyrireikaður til krabbafiskiskap og kann hava kassar ella kør í lastini, sigur hann.
-Báturin er serbygdur til fiskiskap í Grønlandi. Tað merkir, at hann er ísforstyrktur, hevur ísbrótarastevni og er væl bjálvaður. Harafturat hevur hann bógskrúvu, sigur Jóhan Hendrik.
-Tað er spenningur millum grønlendskar útróðrarmenn, tí vit hava ein 33 fót útróðrarbát í gerð. Harafturat gera vit eisini ein 33 fót ferðamannabát, sum er sama slag sum tann, vit gjørdu í fjør, so tað er hugaligt, sigur Jóhan Hendrik Olsen.
Báturin fer til Grønlands við farmaskipið ein av fyrstu døgunum.
Føroyska Sjómansmissiónin ynskir eigarunum tillukku og Guds signing og varðveitslu við Anguteeraq.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook-vang sínum. Har eru fleiri myndir. Myndirnar eigur MJ-myndir