Vit egna vanliga fjórða hvønn húk við goggu

Sonni Johansen á Strondum eigur og rekur útróðrarbáturin Tróstur

Tróstur hevur gjørt góðar túrar

Vit hava roynt norður úr Mýlingi í tveir dagar, og báðir dagarnir hava vit fingið meiri enn 200 pund uppá stampin, sigur Sonni Johansen.

Í gjár høvdu vit 8.000 pund á 30 stampum. Tá landaðu vit á Eiði og fóru beinleiðis avstað aftur. Í dag hava vit verið við 27 stampum og hava góð 6.000 pund.

Sonni Johansen á Strondum eigur og rekur útróðrarbáturin Tróstur. Teir hava roynt norðanfyri í tveir dagar og fiskiskapurin hevur verið góður. Sonni og Petur vóru troyttir, men væl nøgdir, tá sjómanstrúboðarin vitjaði umborð á middegi í dag.

- Eg kann ikki siga annað enn at fiskiskapurin hevur verið í lagið. Vit hava roynt norður úr Mýlingi í tveir dagar, og báðir dagarnir hava vit fingið meiri enn 200 pund uppá stampin, sigur Sonni.

- Báðar seturnar hevur stóra helvtin verið hýsa og restin toskur. Bæði hýsan og toskurin eru væl í holdum, so tað er dámligt, sigur hann.

- Í gjár høvdu vit 8.000 pund á 30 stampum. Tá landaðu vit á Eiði og fóru beinleiðis avstað aftur. Í dag hava vit verið við 27 stampum og hava góð 6.000 pund, sum vit landa á Toftum, sigur Sonni.

- Vit eru tveir mans umborð og ein er í skúrinum. Vit egna vanliga fjórða hvønn húk við goggu og restina við høgguslokki og øðrum, sigur Sonni.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Tað skirvar FØROYSKA SJÓMANSMISSIÓNIN

Fleir myndir HER  Meira frá Sjómansmissiónini