Vigdis og Ruth komin til semju
Fíggjarmálaráðið: Í gjár skrivaðu Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag undir semju um endurnýggjan av sáttmála fyri tíðarskeiðið 1. januar 2023 til 31. desember 2025.
Semjan byggir á sama lønarkarm sum hjá øðrum feløgum í hesum samráðingarumfarinum. Tað er 3,8 %, 4,2 % og 4,75 % yvir trý ár.
Fyri at varðveita umleið sama lønarmun á tímalønini, sum higartil hevur verið millum hendan sáttmálan og sáttmálan, ið Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur við Føroya Arbeiðsgevarafelag, verður umframt oman fyri nevnda karm, givið eitt serstakt lønarlyft á kr. 475 um mánaðin. Hetta verður givið frá 1. januar 2024.
Aðrar dagføringar eru somuleiðis gjørdar í sáttmálanum.
Til ber at lesa alla semjuna her.