Viðmerking
Kunngerð um at bjóða rættindi til at veiða svartkjaft, norðhavssild og makrel og botnfisk í barentshavinum á uppboðssølu í 2018
Sum meginregla er Føroya Fiskimannafelag ikki fyri uppboðsølu av ófiskaðum fiski. Støða okkara er tikin á øll tey neiligu viðurskifti, sum eru av hesum.
Ein uppboðsøla sum henda er:
Óetisk
Óhaldbar búskaparliga
Óhaldbar samfelagsliga
Ger seg inn á sáttmálar
Tekur ikki hædd fyri mannarættindum
Letur upp fyri, at peningur verður hálaður úr føroyska samfelagnum
Letur upp fyri spekulatión og korruptión
Afturlatin uppboðsøla er sera óheppin, tí tá sær ongin hvat í bjóða verður.
Tí er tað sera óheppið fyri tey starvsfólk, ið umsita hesa skipan. Tí tá fara uttan iva at koma skuldsetingar um, at her ruggar ikki rætt. Fólk fara at undrast yvir, hví alt skal ganga fyri seg í tí dulda. Fólk fara at spyrja, hví hetta ikki tolir dagsins ljós.
Fólk eru móð av myrkaspæli. Eru vit eitt samfelag fyri fólki, ella eru tað nøkur útvald, ið selja ogn okkara í myrkri, soleiðs, at ongin veit hvat vendir niður ella upp.
Mælt verður til, at vit eiga at vísa treytaleyst nærlagni og opinleika
Jan Højgaard