VIDEO: Tá vit vóru í Grønlandi (SEINNI PARTUR)

Ein heimildarfilmur um fólk, fisk og Føroyingahavnina í Grønlandi. Filmurin ´Da vi var på Grønland´ sigur søguna um Føroyingahavnina, eisini kallað Nordafar, í Vestur Grønlandi. Fortalt verður um byggingina og lívið, til hon var niðurløgd í 1989.

TRYST HER https://kvf.fo/sending/da-vi-var-pa-gronland?sid=150003

Tá hevði støðin verið áhaldandi virkin í 40 ár. Tað vóru norska AL Utrustning, føroyska Grønlandsfelagið og tað danska Ascrico, sum róku Føroyingahavnina. Tað verður fyrst og fremst hugt við norskum eygum, men tann føroyska søgan hevur eisini fingið gott pláss í filminum. Filmurin hevur nógv ókend og sjáldsom filmsklipp. Leikstjóri Kirsti Dale úr Ålesund hevur sjálv búð eitt stutt tíðarskeið í Føroyingahavnini saman við familjuni. Pápi hennara, Jon Dale, var vælferðarstjóri í ´Norska vælferðarhúsinum´ í 1950´unum og 60´unum.